Ger tað sindrið, tú kanst, og nýt allan tín mátt

Orð: Lina Sandell
Lag: S. Widding
Týtt: Jákup Dahl

1. Ger tað sindrið, tú kanst,
og nýt allan tín mátt,
nú er stundin, men stokkut hon er,
eftir vár kemur heyst, eftir dag kemur nátt,
og eitt sinn tað at lýsa ei fer.
Ver tí íðin at sáa og gev ikki grið,
at títt arbeið kann búnast í frið.

2. Ger tað sindrið, tú kanst,
hugsa ikki um tað,
at so fátækt og lítið tað er;
hvussu kundi tú tá farið glaður av stað,
har sum meistarin sendir teg her?
Um títt yrki er lítið, og fáur veit av,
takka fyri, at hann tær tað gav.

3. Ger tað sindrið, tú kanst,
royn av hjarta og sál,
gev bert Harranum orku og mátt,
og tú veitst, at ei hann nýtir okkara mál,
tá ið spurt er um stórt og um smátt.
Og hann sjálvur ger alt, og hvat sakar tað tá,
um enn taldur tú ert upp í smá?

4. Ger tað sindrið, tú kanst,
minst til, at tað er so:
Guð hjá øllum bert trúskap vil sjá.
Glaður ver, um tú bert eini neyðarslig boð,
tí hann sjálvur við hjálp er tær hjá.
O, tann gleði tann dag Jesus man siga tær:
tað, tú gjørdi, var gjørt móti mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin