Gerandislag

Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Bilar í býnum vindur og skrið
endaleys ferðslan strýkur framvið
nývakin fólk ein dagur afturat
kemur og er og heldur uppat

Standi í skýli rembi mær á
heilsi av gomlum vana uppá
mannin ið sópar burt pappír og skør
til morgunin varliga tveitir sítt slør

Í mjørka og sirmi gyklast myndir
sum liva og lætta sær á
gandaðar kenslur bylgjast fram
langt burt’ herfrá

Roykur og larmur gerandislag
hjólini mala aftur ídag
fetini tungu asfalt og os
úr eldrinum tryllandi látur og tos

Í mjørka og sirmi gyklast myndir
sum liva og lætta sær á
gandaðar kenslur bylgjast fram
langt burt’ herfrá

Eg vil nema við reinan svørð
um hann framvegis finst her á jørð
enn eiga vit lív
og enn týna vit lív…

FavoriteLoadingGoym tekstin