Gestir her á fold – Himmalin er várt heim

Orð og lag: Andraé Crouch
Týtt: M.C. Restorff
Upprunaheiti: Soon and very soon

1. Gestir her á fold – Himmalin er várt heim,
vinir bíða har, skjótt vit skulu møta teim.
Lovsongurin ljóðar, og sálin syngur sæl:
Halleluja, halleluja – tøkk vár Jesus fáa skal.

2. Vinur, vilt tú við, tá tey frelstu flyta burt,
Jesus heintar síni – hann keypti okkum dýrt.
Dýra blóð hans rann, og í grøv teir løgdu hann.
Halleluja, halleluja – Jesus reis og sigur vann.

3. Stundin er nær, tá mítt eyga hann sær,
tí við høgru hond Guds situr Jesus.
Himlinum í finst ei stúran og stríð,
sálin lovsyngur frí alla tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin