Gestur eri eg, á ferð eg eri

Orð: Mary S.B. Dana Shindler
Lag: Oscar Ahnfelt, Edmund S. Lorenz
Týtt: Victor Danielsen

1. Gestur eri eg, á ferð eg eri,
bert eitt kvøld, ja, bert eitt kvøld eg eri her;
áh, ei mær steðga, tí eg vil fylgja
Guds fólki her; um enn brýtur bylgja!
Gestur eri eg, á ferð eg eri,
bert eitt kvøld, ja, bert eitt kvøld eg eri her.

2. Ferðarmáltíð við skund eg njóti
eins og Ísrael, tí burt eg fara skal;
eg standi loystur úr trælabondum
við ferðarstavi í mínum hondum;
ferðarmáltíð við skund eg njóti
eins og Ísrael, tí burt eg fara skal.

3. Lambsins blóð er á durum mínum,
hann meg keypti, hann meg vann, eg eri hans;
hitt gamla súrdeiggj eg leski ikki,
avstað eg fari, ei aftur hyggi;
Lambsins blóð er á durum mínum,
hann meg keypti, hann meg vann, eg eri hans.

4. Mót tí landi eg eina hyggi,
har sum sólin altíð skínur, setur ei;
her niðri lúrir so mangur vandi,
eg veikur, ivandi mangan standi;
mót tí landi eg eina hyggi,
har sum sólin altíð skínur, setur ei.

5. Verðin gav ei tann frið, eg søki,
nei, mær leingist bert, mær leingist til Guds stað!
Har grætur eingin, har endar neyðin,
har býr ei sorgin, har er ei deyðin;
verðin gav ei tann frið, eg søki,
nei, mær leingist bert, mær leingist til Guds stað!

6. Góði Hirði, bert eitt eg biði:
Lat meg hava eygað vent mót tær, mót tær!
Lat hvønn dag føra meg til tín nærri,
til eg har heima teg skoði, Harri!
Góði Hirði, bert eitt eg biði:
Lat meg hava eygað vent mót tær, mót tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin