Gestur

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

1. Tá vetursins kaldastu vindar
háðandi hótta mítt sinn,
tá hoyri eg bankan á dyrnar
frá onkrum, ið vil sleppa inn.

2. So varin eg hyggi og hómi
eitt andlit, ið fortíðin tók.
Eitt andlit, ið alla tíð dró meg,
tvey eygu so livandi klók.

3. Við vármildum brosi hon teskar:
mín vinur, skjótt sóltíðin er!
Og varrar mínar hon leskar
við óminniskossi og fer.

4. Í glaðunum síggi eg glotta
og regnið er ramma um frið.
Eg leiti og sakni mín ótta:
mín elskaða, tók tú hann við?

FavoriteLoadingGoym tekstin