Gev Jesusi rúm á jólum

Orð og lag: Arnfinnur Setberg

1. Gev Jesusi rúm á jólum,
krýn Kristus sum jóladrott,
hann kom til so lágar lonir,
nú býr hann í Himli hátt.
Gev Jesusi rúm á jólum,
lat hann verða heiðursgest,
tá kunnu vit aftur frøast,
og jól verða gleðifest.

2. Gev Jesusi pláss á jólum
– øll tjóðin tær lovsong ber
– tá jól er í hvørjum hjarta
– á jørðini friður er.
Um hann kvað himmalskur skari
á Betlehems ong ta nátt,
og hirðar reistust at leita,
teir Frelsaran funnu brátt.

3. Hon forðum vísmonnum lýsti,
tann stjørna var teimum best;
men Jesusbarnið at finna
tað gleddi teir allarmest.
Vit prísa nú og tilbiðja,
at hann vildi koma her.
Tað barnið, reivað í krubbu,
hann sæla okkara ver!

FavoriteLoadingGoym tekstin