Gev mær at kenna betur

Orð og lag: Katherine A.M. Kelly
Týtt: Jákup Olsen

1. Gev mær at kenna betur
tín sterka kærleika,
áh, Jesus, sum í krossins deyð
teg dreiv á Golgata!

Niðurlag:
Legg mær tað meir á hjarta,
lat meir meg fata tað,
hvat tað var hjá tær, tú heilagi,
at bera syndina!

2. Var tað teir naglar, Harri,
tær hildu trænum á?
Nei, bert tín sterki kærleiki
til mín, ein syndara!

3. Áh, undur, at tín deyði
mær slíka gávu gav,
at øll mín stóra syndaskuld
er søkt í djúpa hav!

4. Áh, tak mítt hjarta, Harri,
og virka tú í mær,
at alt, mítt lív, mítt verk, mín kraft,
má heilagt vera tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin