Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur

Jógvan við Keldu
Orð: Jane Crewdson
Lag 1: Jógvan við Keldu
Lag 2: Ira David Sankey
Lag 3: F.L. Benjamin
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: A little while

1. Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur,
ger lívsins oyðimørk til urtagarð,
ta trúgv, ið stendur, tá ið broytast tíðir,
og alt sum leyv um heystið skakað varð!

2. Til einkis royndi eg mítt bróst at fylla
við gleði hesum turra landi í;
men har skal Jesus ævigt tostan stilla,
har flýtur lívsins kelda klár og blíð.

3. Eitt skeið so stutt er sett mær her at renna,
við gráti bera sáðið fyri hann;
men sorg og harm skal sál mín ikki kenna,
tann dag eg beri grøðina, eg vann.

4. So stutta stund mítt lívsljós enn skal lýsa –
Gud, lat tað lýsa fyri teg ta stund!
Og unn mær besta vitnisburðin vísa,
tann dag tú stevnir mær við teg á fund!

FavoriteLoadingGoym tekstin