Gev mær treyst og trú í treytum

Johann Anastasius Freylinghausen
Orð: Absalon Joensen
Lag: Johann Anastasius Freylinghausen (Guð, mín Guð! hví fórt tú)

1. Gev mær treyst og trú í treytum,
Guð, at tráa heim til tín!
Bjarga mær um bjørg og breytir!
Bjartan búna goym til mín.

2. Al meg aldur, allar ævir,
kæri Jesus, tætt at tær!
Sút eg gloymi, gerist glaður,
um tú nærkast nærri mær.

3. Huga mín og hjarta hita,
halgur andi, hjálpin mín,
veit mær vísdóm, lat meg vita,
ljós og lív er leiðin tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin