Gev trænum bert eitt ár aftrat

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Lad træet stå endnu et år

1. „Gev trænum bert eitt ár aftrat!“
hin víngarðsmaður bønar.
„Tá skal eg royna alt, so at
tann friðing væl seg lønar!“

Niðurlag: „Eitt ár aftrat!“ hann biður nú,
av kærleika hann brennur,
og træið – tað er kanska tú,
sum onga kenslu kennir!

2. Hygg, hvussu nær hann leggur sær
at grava og at tøða,
langt út á kvøldið er hann har,
má líða sárt og bløða.

3. Men eingin ávøkstur sjá!
Hin víngarðsmaður grætur,
tá Harrans álvars eygnabrá
nú trænum gevur gætur.

4. Og rødd hans sigur: „Høgg tað um!
Til hindurs bert tað stendur!“
Enn Jesus frelsir hvønn tann, sum
í trúgv til hann sær vendir!

5. Sum træið fellur, liggur tað,
tá einaferð tað hoknar.
Vel ei, áh, sál, tann pínustað,
har eldurin ei slóknar!

FavoriteLoadingGoym tekstin