Gev trúgv, sum ikki skelvur

Orð: William H. Bathurst
Lag: John B. Dykes, William H. Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Gev trúgv, sum ikki skelvur, tá
bert fíggindin sæst nær,
sum svíkur ei, tá hon bert sorg
og neyð og armóð sær!

2. Gev trúgv, sum knarrar, stúrir ei,
Gud, undir tíni tykt,
men sum í hørðu royndartíð
er still og uttan frykt!

3. Gev trúgv, sum styrknar meir og meir,
tá stormur ýlir hátt,
sum óttast ei í vandanum
og myrku ódnarnátt!

4. Gev trúgv, sum fer ta trongu leið,
til lívið liðugt er,
sum virkar sterk og troyttast ei
og glað í deyðan fer!

5. Ja, Harri, gev mær slíka trúgv,
so, hvat ið koma má,
mín sál kann hvíla trygg hjá tær,
til eg tær standi hjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin