Eg gevi meg í Jesu favn

Orð: Óli Reinert
Lag: Silas J. Vail

1. Eg gevi meg í Jesu favn,
har sál mín best kann hvíla;
tín favnur er mín hvíldarhavn,
tá lívsins stormar ýla.

Niðurlag:
Eg má teg, Jesus, elska nú,
tí eingin góður er sum tú,
sum tú, sum tú,
nei, eingin er sum tú!

2. Mín sál, hon kann ei mettast her
av tí, sum verðin gevur;
tað, sum frá tínum Himli er,
tað eina virði hevur.

3. Kom, Jesus, nú í hjartað inn,
so fyllist tað við gleði,
og gev mær meir títt egna sinn
í náði dag frá degi!

FavoriteLoadingGoym tekstin