Ginan

Lag: Tað var ein fagran summardag

Ein stillan vakran summardag
var Ginusøgan fest á blað,
hon kend varð skjótt um víðu verð,
og nú vit hava hana her.

Men gakk. Tann móttøka hon fekk,
og onkur ynskti hana vekk,
reklamu fekk tó hetta skarð
á tingsins pall framborin varð.

Ja drúgt var orðaskiftið her
um fitta stikkið kvinnan ber,
av tveimum monnum bleiv tað svíkt,
ei mentan kallaðu teir slíkt.

Og sárað lítla Ginan græt,
men ginur geva ei so uppat,
í tinginum hon ikki fall,
um Føroyar fór frá pall til pall.

Alt Føroya land tú tók við storm
og áskoðarafjøld enorm
nú vildi síggja hendan leik
og ikki ein av teim tú sveik.

Nú mentan ginan vorðin er,
hvat tingmenn siga, sama ger,
til leik hon altíð nú er klár
ja bæði við og uttan hár.

Til tín nú takk vit bera her,
tú setti okkum øll í verð,
hvørt mansbarn hetta sanna má
at gjøgnum teg fyrst ljós tað sá.

FavoriteLoadingGoym tekstin