Gjáarsangurin

Orð og lag: Jens Aksel Heldarskarð

1. Norðast í Eysturoy liggur hon prúð
bygdin, har forfedrarnir settu bú.
Við stríði og strevi teir útintu nógv
og bygdu sær vakrasta bústað við Gjógv

2. Gangi í hagan ein hásummardag
ikki finni eg fagrari stað
Har fuglurin letur á túvu og krógv
hann takksamur er um sín bústað við Gjógv

3. Har áttu vit abba og ommu so fróð
og eftir tey hava vit minnini góð
Vit lærdu um søgu og mentan á bygd
og har fingu vit førning við góðari bygd

4. Áin og bøurin, fjøran og fjøll
minni at gleðast um hava vit øll
Ja, vit eru heppin tað virða vit nógv
at hava vár røtur, várt upphav við Gjógv

FavoriteLoadingGoym tekstin