Gjøgnum tíðarinnar sorg og pínu flýtur friður Guðs

Orð og lag: Gunvor Haag-Strand
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Gjøgnum tíðarinnar sorg og pínu flýtur friður Guðs
út frá Jesu særda hjarta nú og alla ævitíð.
Tann, sum henda frið fekk smakka, fær ein himmal her á jørð,
ja, um tú vilt heimin vraka, verður sál tín frelst og frí.

Niðurlag: Hvør náði, her finst frelsa, á, hvør stórt, hon er til tín!
Hans blóð, á, sæla bjarging, er frelsa tín og mín!

2. Vilt tú ognast hesa undurfullu sælu longu nú?
Legg ei í hvat onnur hugsa, gakk tú Orðsins smala veg!
Ei á vegnum mást tú steðga fyrr enn Golgata tú nær,
tveit har tína synd á Jesus, eymt Hann kallar nú á teg!

3. Síðan mást í dópsins grøv tú stíga, sum tín Frelsari,
tú í hesum Honum fylgja mást og ganga sama veg!
Andans gávu Hann tær gevur, – nýggjar tungur fært tú við,
so tú Honum fult kanst tæna, Hann, sum doyði fyri teg.

4. Og tá Jesus skjótt skal heinta Sína brúður heim til Sín,
skal eitt ævigt gleðiár tú njóta heima Himli í,
saman við Tí Frelsta Skara, sum Hann keypti dýrt við blóð,
endað lívsins kvøl og møði, endað náðarinnar tíð!

Niðurlag: Men nú, nú finnist frelsa, á, hvør stórt, hon er til tín!
Hans blóð, á, sæla bjarging, er frelsa tín og mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin