Glaða vón: Tú kemur aftur

Andreas Peter BerggreenVictor Danielsen
Orð: Ókendur
Lag: Andreas Peter Berggreen
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Glade håb! Du kommer atter

1. Glaða vón: Tú kemur aftur,
tekur okkum foldum frá!
Lítil er hin størsti skattur
móti tí, vit fáa tá;
longsilin er uppfyltur,
hjartans saknur stillaður,

2. Hvíla skulu vit har heima,
allar ævir eitt við tær;
tár og stríð vit tá skjótt gloyma,
eingin veit av sorgum har;
alt er eina gleði tá.
Tí vit skulu Harran sjá.

3. Gyltar hørpur har tey sláa,
og tey frelstu syngja glað;
tú, Guds Lamb, skalt prís tá fáa,
tú, sum leið á krossins træ,
brúðrina at vinna tær,
frelsa tað, sum vónleyst var!

4. Bert ein lítil stund at bíða,
so tú, Harri, koma skal!
Gev tú okkum kraft at stíga
tína leið, tær tæna væl!
Harri, skjótt tú koma vil,
signað, tær at hoyra til!

FavoriteLoadingGoym tekstin