Glæman er bjørt

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Kim Hansen
Viðmerking: Yrktur í november 2000.

Náttin er long
hoyr jólasong,
ljómar fjálgt og blítt,
sveimi eg út á skýggjum í kvøld
á vetrarbreyt eg fleyt.

Lithavið bjart
sveipast um meg,
speglast túsund ljós,
fløðir nú inn í tað innastu sál,
birtir her eitt gleðisbál.

Fest í ljósið
glæman er bjørt,
nú skýmir tað so hvørt,
síggj stjørnan
lýsir tær veg,
jólatíðin gleðir meg.

Friður á jørð,
træið er gylt
dýri skattur mín,
eygu so blonk skoða glitrandi træ
síggja gávurnar í kvøld.

Kring træið
um allan heim,
spírar sæla vón,
har andar
friður á jørð
í hjørtum hugfjálgt lag.

Fest í ljósið
glæman er bjørt,
nú skýmir tað so hvørt,
síggj stjørnan
lýsir tær veg,
jólatíðin gleðir meg,
jólatíðin gleðir meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin