Gleð teg, sál, í Guði, ver ei stúrin meir

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Gleð teg, sál, í Guði, ver ei stúrin meir,
uppaftur eg sigi: Gleð teg meir og meir!
Friður Guðs tá fylla víst skal tína sál,
ber av øllum viti, leiðir teg á mál.

2. Farin er tann tíð, tær hildu heimsins gørn,
nú ei er at finna millum Hagars børn;
nei, til frælsi føddur, loyst øll trælabond,
rópar: Abba Faðir í sonarrættar ond!

3. Sagt farvæl tú hevur til Egyptaland,
til eitt lív, sum bygt var á hin leysa sand;
grýturnar í Gosen tøla teg ei meir,
Kána’ans mjólk og hunang tú tær ynskir meir!

4. Aftanfyri liggur Reyða havið stilt,
Himmalsk’ manna eta kanst tú sum tú vilt!
Sært tú ikki, borðið borðreitt er til tín?
Skunda tær við Miriam út í dansin trín!

5. Lovprísa Yahshua fyri tað, tú sást,
afturum sum Dátan ei tú líta mást!
Elt ei tey, ið stevna móti heimsins havn,
Reyðahavsins aldur taka tey í favn!

6. Halt avstað við Móses, Jósva, Káleb, Hur,
ei teg møðir strævna oyðimørkin Sjur;
klæðini ei slítast, sól ei brennir teg,
Harrin er tín lækni, grøðir, salvar teg!

7. Kæra sál, sum ikki kennir Lívsins Guð,
trælabúnan blaka, gríp hin góða lut!
Skalt tú eftir standa á Reyðahavsins strond,
meðan onnur verða loyst til sál og ond?

FavoriteLoadingGoym tekstin