Eg gleddist við smálomb

Orð: Rasmus Effersøe
Lag: Jógvan Nolsøe

1. Eg gleddist við smálomb
og blómur í líð,
eg gleddist við heyst og við háveturstíð:
tí summar og vár mær í huganum var,
:,: og Magnus var vónin og várið hjá mær. :,:

2. Eg gleddist á morgni við mortítlings ljóð,
eg gleddist við vinfólk, sum vóru mær góð,
eg gleddist við alt, sum á foldini er;
:,: alt gleddi meg tvífalt, tí Magnus var her. :,:

3. Og sólin, sum strálandi søkkur í kav
og roða útbreiðir á land, yvir hav,
og bylgjur, sum leika sín vakrasta leik,
:,: tað var alt sum einki, um Magnus meg sveik. :,:

4. Mín gleði, mín Magnus, hví drálar enn tú?
Hví kemur tú ikki at troysta meg nú?
Tú svíkur meg ikki, tað veit eg so vist.
:,: Mín agnus er deyður, eg havi teg mist. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin