Gleði, gudagáva bjarta

Friedrich von SchillerLudvig van Beethoven
Orð: F. von Schiller
Lag: Ludvig van Beethoven
Týtt leysliga: Andreas Andreassen

1. Gleði, gudagáva bjarta,
dóttir úr Elysium,
stíga vit av heilum hjarta
innar í títt halga rúm,
skoða har títt vakra høvur,
øvundin tá fánar burt,
menniskju øll verða brøður,
har tú sáar tína urt.

2. Hann, sær vinir hevur vunnið,
kennir onga tunga tíð.
Hevur kæra vív ein funnið,
kann hann lovsong tríva í,
frøast yvir vinu sína
her í hesi føgru verð.
Hann, tað ikki már, má dvína
grátandi á síni ferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin