Gleðiboð góð

Orð og lag: Petur og Gunrið Simonsen

1. Gleðiboð góð
hirðum og tjóð,
eingilin boðar við Betlehem:
Frelsari er
føddur í verð,
Kristus í Dávids staði.
Dýrd veri Harranum,
friður á jørðini,
menniskja takki bert og frøi seg.

2. Orðið varð hold,
bústað á fold,
sannleik og náði greitt boðaði.
Ljós er á jørð,
í menniskjum grør;
tøkk fyri Sonin, hin einborna.
Frelsa so dýrabar
honum, ið trýr, mátt fær
Guds barn at nevna seg. Undurfult navn.

3. Gleðiboð kær
ljóða enn skær:
Menniskjum góður er tokki í.
Jólanátt øll
í smáttu og høll
kvøða um barn, føtt í fjósi varð.
Dýrd veri Harranum,
friður á jørðini,
menniskja takki bert og frøi seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin