Gleðin er at eiga Jesus

Orð: Oswald J. Smith
Lag: Bentley DeForest Ackley
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: There is joy in serving Jesus

1. Gleðin er at eiga Jesus
á tí vandafulla veg.
Fylt við undran er mítt hjarta,
tí at Jesus elskar meg.

Niðurlag: Tað er signing Guds, sum ger meg ríkan,
stútt hann vakir yvir mær.
Hvørja løtu, hvønn ein dag,
stund um stund, á hvørjum stað.
Tað er gleði, sum ei aftur frá mær fer.

2. Vónin er at eiga Jesus,
allur ótti burtur er.
Yndisligir tónar fylla
mína sál á míni ferð.

3. Vissan er at eiga Jesus,
tá í bøn eg søki hann.
Vissan um, at Harrin Jesus
fyri meg bar krossins bann.

4. Troystin er at eiga Jesus,
sjálvt tá náttin myrkast er.
Náði Guds eg lærdi kenna,
tí mót ljósi leiðin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin