Gleðisongur fyllir mína sál í dag

1. Gleðisongur fyllir mína sál í dag,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
tí mín lívsleið gongur mót’ tí ljósa stað,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

Niðurlag: Flýtur yvir, flýtur yvir,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir.
Himmalskt gleðiljóð
leikar sál mín fró –
mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

2. Eina Jesus gekk hin tunga krossins veg –
mítt steyp er fylt og flýtur yvir –.
Har hans blóð varð úthelt, og tí livi eg,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

3. Nú eg eri hans, tí hann meg hevur valt,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
og hann er mín styrki, er mín vón – mítt alt.
– Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

4. Ei eg óttist, um enn leiðin trong er mær,
mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
tí at hann vil hjálpa, hann er altíð nær.
Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

5. Vildi tú kent gleði, kunnað sungið við? –
Mítt steyp er fylt og flýtur yvir –.
Trúgv á hann, og tú skalt finna hvíld og frið!
– Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

FavoriteLoadingGoym tekstin