Glógvandi stjørnufjøld

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jógvan Olsen

Eitt ísakalt vetrarkvøld,
ein glógvandi stjørnufjøld,
ein dragandi sjón við framtíð og vón,
nú hátíðarhalda vit jól.
Ælini ganga títt,
alt landslagið vorðið hvítt,
hjá vaksnum og børnum
væntan og gleði
bankar í hjørtunum blítt.

Gleðilig jól,
Gud er várt skjól,
fagnaðarboð úr Betlehem.
Eingilin kvað,
yndisligt lag,
tendraðist ljós í Dávidsstað.

Í gluggunum ljósini mong,
øll syngja nú fagnarsong,
ein spegilsblonk vág so friðarlig lá
og hvíldi við fjørusand.
Av himlinum eingil kvað,
tit seyðamenn farið avstað,
finnið tað fjós, síggj alheimsins ljós,
og beri fram eitt gleðislag.

Gleðilig jól,
Gud er várt skjól,
fagnaðarboð úr Betlehem.
Eingilin kvað,
yndisligt lag,
tendraðist ljós í Dávidsstað.

So ísakalt eitt vetrarkvøld,
ein glógvandi stjørnufjøld,
ein dragandi sjón við framtíð og vón,
nú hátíðarhalda vit jól.

Gleðilig jól,
Gud er várt skjól,
fagnaðarboð úr Betlehem,
Eingilin kvað,
yndisligt lag,
tendraðist ljós í Dávidsstað.

FavoriteLoadingGoym tekstin