Góð tann mariumessa var

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Einaferð í fornu tíð

1. Góð tann mariumessa var,
Gabriel Guðs boð fram bar:
«Heil tú veri, sæla kvinna!
Harrans signing skalt tú finna
fremst av øllum kvinnum nú.»

2. Maria so bilsin stóð,
angist inn at hjarta dró:
«Hvat man henda heilsan týða?»
Hoyrdi aftur rødd so blíða:
«Sjá, tú føða skalt Guðs son.

3. Harrans ond og kraft fullsterk
virka hetta undurverk;
Jesus skalt tú barnið nevna;
ríki hans um heim skal fevna,
allar ævir vara við.

4. Alt hjá Guði gjørligt er!»
Maria tá svar fram ber,
ivast ei í hjarta sínum:
«Sjá, eg tæni Harra mínum.
Verði mær, sum Guð tað vil!»

5. Hjálp mær, at eg sama svar
altíð, Guð mín, gevi tær:
«Gangist eftir tínum vilja.»
Eingin makt tá kann meg skilja
burtur frá tær, faðir mín.

6. Góð er tá mær lívsins leið,
himlagøtan ljós og greið;
Jesus vil meg sjálvur leiða,
hvat kann tá mær fótin meiða!
Lov og tøkk og prís, mín Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin