Góða, góða nátt

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Móð tú ert av degnum og vilt leggja teg,
stór og smá nú eisini munna hvíla seg,
savna nýggjar kreftir, inntil morgun er,
sova søtt og reika runt í dreymaverð.

Munnu mangir dagar ov lítið siga tær,
flýggjar tú í hugaheim, hvussu roynist har,
gongur tú og dagdroymir um tað, tú ikki er,
vilt tú heldur liva í tíni tankaverð.

Tankar eru fríir, men hvussu er við tær,
er tað gott, at onkuntíð tað bert ein dreymur var,
trýrt tú tínum ynskjum og á tína sterku vón,
er tín vakra fyrimynd sum ein hvørvisjón.

Tíni troyttu eygu treingja til ein blund,
eftir tær man bíða enn ein morgunstund,
:/: allir dagar bera bæði ringt og gott,
eisini hetta kvøldið, góða, góða nátt :/:

FavoriteLoadingGoym tekstin