Góða mamma, eg vil sova

Orð: Jacob Hansen
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Góða mamma, eg vil sova,
eygu míni møðast brátt;
Jesuspápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt.

2. Góða mamma, legg meg niður,
góða mamma, signa meg.
Lítla barnið mammu biður
faðirvár at læra seg.

3. Góða mamma, far ei frá mær,
far ei út um stovugátt;
bið Guðs einglar standa hjá mær,
vera vernd hjá mær í nátt.

4. Góða mamma, alt eg gloymi,
alt tað, sum eg sá í dag;
langt, langt burtur eg meg droymi
til ein fagran, fríðan stað.

5. Har man Jesuspápi búgva,
vakrar blómur vaksa har;
hagar hvítir einglar flúgva,
flúgva einaferð við mær.

6. Sov í friði, kæri skattur,
sov tín sæla náttarblund.
Gævi Guð, tú vakni aftur
lívsins frísku morgunstund.

FavoriteLoadingGoym tekstin