Góða sig mær

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Niclas Johannessen

Góða sig mær bara tíð og stað
Eg vil síggja teg hvønn dag
Tí eg veit at tú ert góð við meg
Og mær dámar eisini teg

Skulu ganga saman hond í hond
Stevna inn í fremmand lond
Onkur spyr um tú ert genta mín
Eg vil altíð vera tín

Ja, við skipinum eitt leygarkvøld
Sum ein roði yvir hav
Var títt andlit tá eg fevndi teg
Og tær fyrsta kossin gav

Eg vil altíð vera hjá tær
Góða ver tú altíð hjá mær

Og um regnið slær á húsini
Myrkrið fjalir land og teig
Tað er gott og fjálgt at hava teg
So eg missa vil teg ei

Ja, eg veit at tú ert góð við meg
Og eg vil ikki missa teg

FavoriteLoadingGoym tekstin