Góðan morgun, ketta mín

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Fólkalag

1. Góðan morgun, ketta mín,
ikki sá eg kettling tín, –
Kettlingurin liggur har
undir brík og spælir sær.

2. Góðan morgun, ketta mín,
hví ert tú so reyð um trýn’?
– Eina rottu sá eg her,
tikin hon og etin er.

3. Hvørja nátt tá gangi eg
mýs og rottur fangi eg,
Venji kettling mín, at hann
rottukattur verða kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin