Góði Gud, eg takki tær

Orð: Marius Absalonsen
Lag: Jens Guttesen

1. Góði Gud, eg takki tær,
at tú ert mær altíð nær,
og tú elskar meg sum eingin annar ger.
Tú mín eina hjálp í neyð,
øll mín vón í lív og deyð.
Tú mín leiðari á lívsins vandaferð.

Niðurlag: Góði Gud, stóri Gud,
lat meg altíð hava eygað vent á teg.
Tú, sum talaði og bjóð’,
og tað hendi, har tað stóð,
áh, tú lívsins ljós á deyðans myrka veg.

2. Góði Gud, eg takki tær,
tí títt eyga altíð sær
tað, sum hendir tínum børnum niðri her.
Alt, sum hendir tey í loynd,
hvørja freisting, hvørja roynd
sjálvur royndi tú av hesi óndu verð.

3. Góði Gud, eg takki tær
fyri heimið uppi har,
sum tú okkum nú í náði gert í stand.
Synd og sorg er ikki meir,
eingin eldist, eingin doyr.
Eingin døpur mynd skal myrkja lívsins land.

FavoriteLoadingGoym tekstin