Góði Jólamaðurin

1. Góði jólamaðurin, læn mær oyra títt,
sig ei fyri eini sál, hvat er ynski mítt.
Jólakvøldið verður brátt, sig mær um tú kann,
tí eg fegin vita vil, hvat eg fáa man.

2. Ver nú ikki ótolin, bíða bert eitt bil,
um øll skulu vita alt, verður einki skil.
Jólaaftan er í nánd, bíða bert við tol,
til eg komi dettandi ígjøgnum skorsteinshol.

3. Sleðuna tú finnur fram, skundar tær avstað,
veist at børn, ið vanta teg, verða øll so glað,
tá tú kemur ferðandi gjøgnum kavarok
sleðan er av góðgæti og gávum fylt á rok.

4. Tá ið klokkan verður tólv, og vit sova væl,
kemur tú her inn á gátt og gávur geva skal.
Hosurnar tá finnur tú, hangandi á rað
mín hon er tann ringasta, gloym tú ikki tað.

5. Jógvan ynskir skíðufjøl, Anna bust og spegl,
Sámal ynskir sær ein bil, Jón eitt skip við segl.
Tá vit hava fingið tað, okkum líkar mest,
góði jólamaðurin, tú manst vita best.

FavoriteLoadingGoym tekstin