Góði pápi, vilt tú koma her og seta teg hjá mær

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Amga Jacobsen

1. “Góði pápi, vilt tú koma her og seta teg hjá mær,
vilt tú taka tína Bíbil og lesa fyri mær?
Um tað lítla Jesus-barnið eg so fegin hoyra vil,
sum á fornu nátt í fjósi her í heimin borið varð”.

2. “Eg vil fegin siga frá, tá ið Jósef fór avstað,
tók Mariu á ein asna og fór til Dávids stað.
Einki rúm tey kundu fáa, tá tey komu vegin fram,
tó var onkur sum teim vístu á eitt fjós, sum har stóð tómt.

3. Jósef gjørdi tað hann kundi, í krubbu legði hálm og strá,
tá so Jesus Hann varð føddur, tey løgdu Han har á!
Nakrir hirðar til tey komu og teim bóru gleðiboð,
sum frá einglunum teir fingu, ið vóru Himins sendiboð”.

4. “Pápi, um eg hevði livað, tá Hann borin varð í heim,
ja, tá skuldi eg syrgt fyri, Hann fekk eitt betri heim.
Krubbu ei Hann skuldi fingið, men ta song, sum stendur tóm,
og tey heitu góðu klæði, sum vit fingu løgd har í!”

5. “Á, mítt kæra, góða barn, tað frøir meg, tú hugsar so,
at tað besta, sum tú hevur, Hann verdur er at fá.
Gev tú Honum nú títt hjarta, Hann vil fegin verða tín,
og teg leiða heim til Himmals, har sum alt so vakurt er”.

FavoriteLoadingGoym tekstin