Góðska Guds, sum ber av øllum

Orð: Charles Wesley
Lag: Williams Penfro Rowlands, John Zundel
Týtt: Petur William Háberg

1. Góðska Guds, sum ber av øllum,
himmalgleði, niður trín!
Kom og búgv í lágum høllum,
kom og náði tína krýn!
Jesus, tú ert øll vár tráan,
kærleikstekin, reint og ljóst,
kom við tíni frelsuboðan
inn í hvørt eitt byrðað bróst!

2. Kom, alvaldi, út at fría,
lat meg tína náði sjá,
kom við skundi, síggj, vit bíða,
ver við alla okkum hjá!
Tígnan vit tær vilja vísa
eins og mikla himmalfjøld,
uttan íhald biðja, prísa
undir tíni kærleiksvøld!

3. Fullfør so tín skapning nýggja,
ger tú okkum rein og skær,
stórleik frelsu tínar síggja,
fult út endurreist í tær!
Leidd frá dýrd til dýrd vit stíga
líka inn í Paradís,
leggja krúnurnar og níga,
fylt av undran, tøkk og prís!

FavoriteLoadingGoym tekstin