Góðska tín, Guð, er altíð stór

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Kirkjan hon er eitt gamalt hús

1. Góðska tín, Guð, er altíð stór,
miskunn tú manst okkum vísa.
Fyri tað árið, sum nú fór,
fegin vit vilja tær prísa.
Fell okkum stundum tung vár leið,
snávaðu vit, tú slepti ei;
fallin tú upp vildi rísa.

2. Um so ei alt til vildar gekk,
møtti enn mangur ein bági,
fólkið til matna og klædna fekk
fullført av tínari náði,
saknaði ikki hús og heim,
mildur tú gavst til gagns og gleim
signing av landi og vági.

3. Tyngdi meg sorg og døpur mein,
lætta tú mundi mær senda;
bøtandi hond og troyst tín rein
myrkur til ljós væl kann venda;
væl hevur tú oss gøtur greitt,
alt hevur tú til bata leitt;
náðiríkt ár er at enda.

FavoriteLoadingGoym tekstin