Golgata krossur, har Jesus hekk

Orð: Elisha A. Hoffman
Lag: John H. Stockton
Týtt: Victor Danielsen

1. Golgata krossur, har Jesus hekk,
bjarging mær varð, tá eg trongdur gekk;
frelsu og frið har mítt hjarta fekk –
prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Frelsu og frið har mítt hjarta fekk –
prísið navni hans!

2. Løgd har á Jesus mín byrði varð,
frelsu og náði hann gav mær har;
krossurin frið mínum hjarta bar –
prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Krossurin frið mínum hjarta bar –
prísið navni hans!

3. Blóðinum eina er frelsa í,
so hevur verið frá fornu tíð,
sær Harrin blóðið, hann fer forbí –
prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Sær Harrin blóðið, hann fer forbí –
prísið navni hans!

4. Enn er hon opin, hin kelda góð,
gevur enn hvílu til hjørtu móð,
ævigt tað geldur, hitt dýra blóð –
prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Prísið navni hans!
Ævigt tað geldur, hitt dýra blóð –
prísið navni hans!

FavoriteLoadingGoym tekstin