Golgata sigur so bjartur man lýsa

Orð: Thomas B. Barratt
Lag: Adam Geibel
Týtt: Jákup Olsen

1. Golgata sigur so bjartur man lýsa,
har Jesus deyður hekk krossinum á,
tá alt var fullgjørt, Guds vreiði at stilla –
syndari, syng, tú vart loystur tá!
Vunnin er sigurin, vikin er náttin,
Jesus, hann breyt deyðans leinkjur og mátt,
krossurin tómur, hin krossfesti livir
við Harrans høgru í Himli hátt.

Niðurlag:
Jesus úr Nasaret enn man bjóða
trygd og hvíld fyri sálina móða;
kom nú í dag, far í hansara flokk!
Sigur og deyði hans er tær nokk.

2. Bløðandi sár enn hann bindur og grøðir,
djúpt falnar sálir enn reisa hann vil;
hvør tann, sum til hann í trúnni vil koma,
finnur ta hvíld, ið hann treingir til.
Tíðin umskiftist, og tímarnir svinna,
ættarlið fara sum fossandi flóð;
enn er Immanuel, enn er hans ríki,
frelsa fæst enn við hans dýra blóð.

3. Kongarnir stórir hans rødd mugu lýða.
Heimurin Anda hans kenna skal fá;
heidningaflokkar til náði hans leita,
vantrúnnar bondum at loysast frá.
Einglarnir gleða seg yvir hans frelsu,
blóðkeyptar sálir hans prís syngja her;
upp frá teim frelstu á jørðini ljóðar;
Harrin Jehova, hann stórur er.

FavoriteLoadingGoym tekstin