Gott at hava hvíld í væntu

Orð: Kingo
Týtt: Axel Tórgarð

Gott at hava hvíld í væntu,
lækkar sól á síni ferð.
Henda dagin Guð mær lænti,
mær og mongum øðrum her.

Heilsa, styrki, lív og heiður
verða løgd aftrat hvønn dag;
bæði blind og býtt mín leið er,
um eg dølskur gloymi tað.

Tí skal tøkk av hjarta ljóða,
hon í trúgv at himni ber
upp til Jesus, drottin góða,
hann sum lívsins træið er.

Lov og tøkk eg, Guð, tær beri
fyri náði henda dag,
ævigt navn títt signað veri,
tí at mær fell tað í lag,

At eg fara kann til songar
frískur og í trúgv á teg,
og at sút og sorgir ongar
longur skulu níva meg.

Fyrigev í tínum blóði
syndir mínar og hvørt brek.
Heilsu gev, og svøvnur góði,
við mítt fríska lív meg vek.

Ver tú skjól hjá tíni kirkju,
gev har sátt og semju við;
bygg tú kongsins hús og virki,
gev tí eydnu, ró og frið.

Sov so hvør á tínum armi,
eina ferð tann hvíldin skal
verða sæl á faðirbarmi.
Sov, mítt eyga, sov so væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin