Gott sáð í veltuna Gud hevur sáað

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á mortansmessu 2008.

Gott sáð í veltuna Gud hevur sáað,
ja, bestu hveiti læt hann veltu fáa.
Men meðan fólkið svav um náttarleitið,
illgresið sáað varð ímillum hveiti.

Tað sáðið illimaður sáað hevur
á myrku náttarstund, tá fólkið svevur.
Gud sáaði sítt góða sáð við gleði,
tá fólkið vakið var á ljósum degi.

Nú vaksa bæði sløg í heimi saman,
– og skilja sundur tey er ikki gaman!
Tað er bert Skaparin, tað verkið fremur,
tá heimsins evsti heystardagur kemur.

Í mannahjørtum bæði sløg tí spretta,
og beggja ávøkstur man valla gretta;
tí ræður um sítt egna lív at lúka,
og aldri tað til illgresi at brúka.

Víst álvarsom her ljóðar Harrans tala
til okkum øll, ið unga ætt upp ala.
Hjálp okkum tí at stríðast, Gud, og vaka,
so hveitina í løgu tú kanst taka.

FavoriteLoadingGoym tekstin