Gott sáð, ið út var sáað

Orð: Mikkjal á Ryggi

Gott sáð, ið út var sáað
um verøld víða hvar,
má ymsa lagnu fáa,
og misjavnt frukt tað bar.
Sumt datt á harða vegin
og niðurtraðkað varð,
og fuglaflokkur fegin
til matna tók tað sær.

Sumt kom á grunnar fløtur,
har grýtut var og turt,
tað fekk so ikki røtur,
og sólin sveið tað burt;
sumt fall hjá tøttum tornum,
sum vuksu kvæmt og hátt,
í líkindum so vorðnum
hitt góða køvdist brátt.

Sumt komst á góðum bøi,
og væl tað vaks har alt
og bar so mikla grøði,
hitt besta hundraðfalt. –
So letur Guð enn bera
sítt orð út víða hvar,
men ymiss títt man vera
tann móttøka, tað fær.

Sum gaddajørð og gøta
mong sál er grunn og hørð,
tá freisting so man møta,
brátt følnar tað, har grør.
Og stríð um heimsins veldi
og ríkidømis trá
so mangan vøkstur feldi,
hann frukt ei kundi fá.

Guð, lat mítt hjarta vera
ein góðan jarðarteig,
lat bestu frukt meg bera,
ja, tú meg allan eig.
Tá lív mítt so er endað,
og fullførd her mín gerð,
tú vilt tín eingil senda,
sum heim til tín meg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin