Grækaris grashøvd

Orð og lag: Dánjal Dam á Neystabø

Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum
Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum

Eg minnist tað sum tað var í gjár,
Grækaris fylti 30 ár.
Hann feldi 179 tár,
tí á høvdinum var ikki eitt tað einasta hár!

Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum
Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd
hann hevur ein hava á høvdinum

Hvussu kann man hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum?

Grækaris vildi ikki hava einki hár,
so hann setti seg at hugsa, í fleiri fleiri ár.
Hann hugsaði so leingi, at heilin bleiv til mold.
Hann hugsaði hansara heila til mold!

Upp úr heilanum í molduni vaks grasið grønt,
á høvdinum hjá Grækaris er grasið grønt!
Har eru trø og blómur, og eisini dýr.
Á høvdinum hjá Grækaris standa fleiri kýr!

Hvussu kann ein kúgv standa á høvdinum, standa á høvdinum, standa á høvdinum?

Brúka høvdið!
Hugsa teg um!
Kúgvin stendur á beininum.
Dýrini standa á beininum,
í havanum á høvdinum hjá Grækaris Grashøvd!

Grækaris, Grækaris, Grækaris Grashøvd hann hevur ein hava á høvdinum

Eg vil eisini hava ein hava á høvdinum, hava á høvdinum, hava á høvdinum!

FavoriteLoadingGoym tekstin