Grannin

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Ein maður situr inni í mínum køki,
og drekkur av mínum mjólkapakka.
Eitt breyð í hondini hjá sær,
og munnin fullan av molum.
Kløkkur setist hann við mítt borð,
og trívur síðan í síni orð.

Tað var nú gott, at hurðin stóð opin hjá tær.
Fyri einari viku síðan rýmdi daman frá mær.
Og kaldur og svangur streyk eg aftur og fram.
Tað var nú gott, at eg teg fann.

Ein bøssa mást tú ikki halda meg vera.
Við skótunum eg plagdi at marsjera.
Hví fert tú ikki yvir til grannan,
drep hann og sig, at tú fann hann.

So fær tú bæði hús og bil hjá honum,
eitt nýtt lív og eina rúgvu av konum.

Tað fari eg at gera. Kann eg lána knívin frá tær?
Eg fari at hevna meg, tí at daman rýmdi frá mær.
Og so kann eg koma at vitja teg, tá eg vil.
Eg skal passa uppá hundin, og vaska tín bil.

Hvar skal eg fara?
Niðan í hagan, har seyðurin stútar meg?
Upp í luftina, har fuglurin pikkar meg?
Niður í sjógvin, har fiskurin etur meg?
Nei, nei, nei, nei, nei
Eg verði her ein dag aftrat.

Nú stendur hann har og bankar uppá.
Grannin kemur út, men hvat hendir tá.
Hann fer inn og spyr, um hann kann lána ein ost.
Gaman í, men so sker hann grannan á háls.

Amputerar bein og armar frá kroppi,
setur seg niður. Hattar var væl sloppið.

Nú fari eg at steikja hjernan á pannuni hjá tær.
Eg havi einki etið, síðan daman fór frá mær.
Og so fari eg í bað við kropp og beinum.
Eg skal piða tey sundur, meðan eg puli teimum.

Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær
Grannin hjá tær kemur altíð eftir mær

FavoriteLoadingGoym tekstin