Grava meg eitt pláss

Jákup Eli Joensen
Orð og lag: Jákup Eli Joensen

1. Grava meg eitt pláss niðri í tí svørtu grøv,
so eg kann sleppa at roykja mítt støv.
Við gomlum gráum kellingum, vil eg hvíla saman við,
tí eg veit, at av pressuni, har fái eg frið.

2. Eg havi mangan svølgt mítt egna spýggj,
og hvørja ferðinar hevur tað ført til eitt kríggj.
Men nú er mítt likam rotna, og mín sál hon er nú tømd,
og ringa tíðin í mínum lívið, hon er forsømd.

3. Nei bakterian skal aldrin fáa vald á meg,
tí eg gravið meg gjøgnum mín egna veg.
Og sekturnar, tær vita ei, hvar ið leiðin hjá mær fer,
men tær vita, at eg komi aldrin aftur inn í teirra verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin