Greidliga vitna hitt frelsandi orð

Orð: Victor Danielsen
Lag: George Coles Stebbins

1. Greidliga vitna hitt frelsandi orð,
greitt bjóða sálunum inn til Guds borð,
peika á Jesus og hansara verk,
og greitt lat tey ljóða, Guds náðiboð sterk!

Niðurlag:
Greidliga vitna, greidliga vitna,
ber fram hitt frelsandi orð!
Greidliga vitna, greidliga vitna,
bjóða í dag til Guds borð!

2. Greidliga vitna, og veri tað nú
Harrin, sum talar, ei eg og ei tú!
Ber fram eitt orð, sum ei misfatast kann,
og tala um Jesus, so øll síggja hann!

3. Greidliga vitna hitt frelsandi boð!
Sálunum tørvar at hoyra tað so,
at greitt tær síggja, at alt er fullført,
at frí eru vit, Jesus alt hevur gjørt.

4. Greidliga vitna, og noyð tey í dag,
noyð tey at svara á tilboðið ja!
Harrin skal virka, um tú einki kann,
ber tú tí fram orðið, alt annað ger hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin