Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Kristian Blak
Viðmerking: Yrktur 26. oktober 1965
1. Kjallarahurðin ríkir,
nú tað er farið at skýma.
Uttan úr kuldanum sníkir
onkur seg inn til tín, Gríma.
2. Á básinum fjálg tú stendur,
lágt er upp undir bita.
Lofnaðar eru hendur,
men tú eigur holdmjúkan hita.
3. Hondina upp undir bógvin,
innanvert – longur, longur! –
vælsignaður hitin flógvi!
– Ein kúgv og ein lítil drongur.
4. Ein kúgv og ein lítil drongur!
– Leið síðan mangur dagur,
Gríma er ikki longur,
og tú ert ein vaksin maður.
5. Kjallarahurðar ríkja
kanska í kvøld, tá tað skýmir:
Aðrir piltar seg sníkja
inn til kvøldfjálgar Grímur.

