Grindadráp

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Poul Olsen

1. Leggið út árar
og reystliga rógvið!
Hart rópa formenn: “Nú halda vit til.”
Blámar frá bløðum og brýtur frá bógvi;
fremstur í ferðini hvør vera vil.
Dreingir, ið duga,
árarnar toga,
spengurnar knýta teir,
leysakøst grýta teir.
Hvessingar springa sum kátastu fyl.

2. Óð gjørdist grindin, hon østist við blakið.
Hvein ein, og hátt hann við sveivini sló;
fram rendi bólkur við sjógvi á baki,
gruggið hann upp ífrá grunninum gróv,
sprænurin hvítur
frá kúlunum brýtur;
guvandi, goysandi,
froðandi, froysandi
reisir seg bylgjan við buldrandi ljóð.

3. Melur hon á, hon vil út aftur halda.
“Kastið nú, kastið, vælsignaðir menn!”
Ógvulig gjørdist hin skúmandi alda;
bátarnir snúgva sær allir í senn;
rópini gella,
árarnar smella
títt inn í tollarnar.
Hvalirnir bollarnar
fjala og venda sær eina ferð enn.

4. Gjørdu so landgongd; og nú er at stinga,
skjótt rykkja formenn sær váknið úr rong;
fermastu dreingir av bekkinum springa,
hálvørir tríva teir hvør sína stong,
ansa ei nakað,
váknini blaka
títt móti bólkinum,
hirða at hólkinum
bløðini inn gjøgnum spik, gjøgnum spong.

5. Leikirnir gerast so villir og harðir.
Regnar av váknum á rodnandi sjógv.
Handfast og langt stinga garparnir snarir
glitrandi stál inn í búk og í bógv,
drepa og særa,
einki teir spara,
vátir av sjóroki,
kátir í blóðroki
draga inn hvastið við kvikari klógv.

6. Seinførur eingin á sandi nú stendur.
Knívin úr slíðra, so vaða út menn,
brýtur um herðar; tær hegnigu hendur
grípa í bøkslið og blástrið í senn.
Hvalirnir froysa,
berja og oysa.
Skjótt teir av lívinum
takast við knívinum,
so eftir øðrum við stál millum tenn.

7. Høgdu vit ein; og so villur hann vasar:
“Fá hann at borði, og halt honum nær.
Sker hann nú skjótt, áðrenn bátin hann knasar,
áðrenn í spønir hann bakskutin slær.”
Kvikur eg skar hann;
mønubrest harðan,
áðrenn hann dovnaði,
sló hann; tá klovnaði
fláborð og lívflýggið alt, sum tað var.

8. Sjóleysur ein upp úr skúminum springur,
spruttið so høgt yvir mastrarnar stóð;
rasandi rennur hann, runt, runt í klingur,
kastar við kúluni, sprænur út blóð.
Svár er hans gøta;
hvøss honum møta
blankskygdu bløðini,
sterkur í øðini
hvølt hann í sjógvin sín hamarstjøl sló.

9. Fólkið og hvalir nú berjast i droyra
svevirnar geva so munagóð sløg;
brakið av brotnandi við’ er at hoyra,
bankið av krókum á bognandi bløð;
borðini støkka,
bátarnir søkka,
garpar frá árunum
springa; í bárunum
svimja teir, inntil teir grynna á støð.

10. Drápið er endað. So stillar nú bróta
bylgjurnar aftur; men brotið er reytt;
droyri er vágurin; smildraðir flóta
hvalváknastakar og árabløð kvett.
Úti er spælið;
stilt er á vali.
Fongurin góður er;
hvør maður fróur er:
seks hundrað liggur á sandinum deytt.

FavoriteLoadingGoym tekstin