Gríp lívið nú, sig ikki nei

Orð: Elizabeth Holmes Reed
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Gríp lívið nú, sig ikki nei,
miss ei tað ljós, tú hevur sæð,
og herð títt arma hjarta ei!
Tú frelsast vilt – hví ei í dag!

Niðurlag: Hví ei í dag, hví ei í dag!
Tú frelsast vilt – hví ei í dag!
Kom nú í dag, kom nú í dag!
Kom, frelstur ver, kom nú í dag!

2. Kanska tú sært ei dagar fleir
enn teir, tú hevur longu sæð,
tín stund er nú, ei bíða meir!
Tú frelsast vilt – hví ei í dag!

3. Ei meir tær verðin geva kann
enn tað, tú longu hevur sæð;
ei frið, ei lukku har tú fann;
tú frelsast vilt – hví ei í dag!

4. Ei nakar koyrdur burtur varð,
sum kom til Jesus – lít á tað!
So byrji lívið fyri tær
og frelstur ver í dag, í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin