Grøði og gras og angandi urt

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Føroyar er hart um vetrartíð

1. Grøði og gras og angandi urt
– fiskin ikki at gloyma –
alt skal nýtast og fáast turt
til vetrarføði at goyma.

Her er tað land, sum mær hóvar.

2. Fyri góðar gávur fólkini góð
algóðum gevara takka,
sum stýrir heilsu, fjøru og flóð
og upp og niður um bakka.

3. Grøðin er komin væl undir tak,
goymdur er allur skattur,
hugurin ferðast nú aftur um bak:
Nær koma íslandsmenn aftur?

4. Hugsandi, hopandi sita nú øll.
Sjálv omman við silvur í vanga,
hon loypur á føtur so tungusnjøll,
bert hon hoyrir hurðarnar ganga.

5. So samlast alt fólkið aftur um heyst,
tá nørist upp hjartavarmin,
børnini fáa sítt tinganest
og krúpa í faðirbarmin.

Her er tað land, sum mær hóvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin