Gróður og fleyr av útsuðri

Orð: Ismar Joensen
Lag: Jógvan á Lakjuni

1. Gróður og fleyr av útsuðri
sól gyllir landið so blíð.
Vón fyri avburðar skurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn,
blomstrini vøn
landið í summarskrúð klæða.

2. Úr teimum lindum, sum dugna
lívsmátti teirra og fragd,
finna sær sóljurnar hugnað
í hini vátligu lægd.
Gilið er gult,
yðjandi fult
av sóljum og sóljubørnum.

3. Smæra og rølikkur kýtast
við annan vøkstur úr mold,
ikki man smáblómum nýtast
smæða seg burtur á fold.
Vøkur hvør sær,
angandi tær
lendið við litum uppskrýða.

4. Ymiskar litfagrar blómur
vaksa kring um allan heim,
víst kendist heimurin tómur,
um hann bar saknin av teim!
Við síni brá
hvørt lítið strá
lovprísar skapara sínum.

5. Menniskjan er sum ein blóma,
vøkur á sumri at sjá,
skapt til Guds dýrd og tann sóma,
summarið ævigt at fá;
treyt er, at hon
trýr á Guds Son,
sum henni sæluna veitir.

FavoriteLoadingGoym tekstin