Grønar fløtur

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2008.

Grøna træið grøna líðin,
tjúkka tokan hylir býin,
bláa gongustjørnan bjarta
bylgist tú í mínum hjarta.

Grønar fløtur, grønur bøur,
vetrarbreytin stórbar føgur,
rekast vit á kosmosvíddum
í stjørnutokuhválvið
skrýddum.

Fjøltýdda mynd,
Picasso brýtur sjónarhorn,
eingir, fjall og tind
Van Gogh hann litar
víddirnar.

Náttúran stóð á tá,
Í stjørnuhópinum tú lá,
Í býartoku tú og eg,
spæla orkublues í C.

Grøna orku – grønir streingir
útlátsjavnvág lofthavsveingir
sól og vindur, brint og aldur,
kanska grøni heimur valdur.

Fjøltýdda mynd,
Picasso brýtur sjónarhorn,
Markir, fjall og tind
Van Gogh hann litar víddirnar.

Grøna træið grøna líðin,
tjúkka tokan hylir býin,
bláa gongustjørnan bjarta
bylgist tú í mínum hjarta.

Grønar fløtur, grønur bøur,
vetrarbreytin stórbar føgur,
rekast vit á cosmosvíddum,
í stjørnutokuhválvið skrýddum.

Fjøltýdda mynd,
Picasso brýtur sjónarhorn,
Markir, fjall og tind
Van Gogh hann litar
víddirnar.

FavoriteLoadingGoym tekstin