Grønir menn frá Pluto

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Niclas Heri Jákupsson og Ingi Isaksen

Eitt kvøldi mitt í januar bølamyrk var nátt
Pætur gekk í svøvni fór út um duragátt
Hann vaknar ikki fyrr enn hann var komin húsum frá
Hann mundi doyð av ræðslu, tí veitst tú hvat hann sá
Grønar menn frá Pluto
Grønar menn frá Pluto
Grønar menn frá Pluto

Ein flúgvandi tallerkur var nokk farin út av kós
Ei Pætur hevur upplivað sterkari eitt ljós
Av fjallinum haruppi tú sporini sært enn
Og móti bygdini komu grønir smáir menn
Grønir menn frá Pluto

Pætur hann skal renna, men kemur ei úr stað
Wi wa wu sigur ein og peikar óført ja
Pætur hann vil svíma fær ikki sagt eitt orð
Tað næsta ið hann minnist var nú sat hann har umborð
Millum grønar menn frá Pluto

Har sat han nú við hjálmi antennu pannu á
Og langt langt langt harniðri hann heimbygd sína sá
Fekk lurtitól til oyrað ein tóna eitt signal
Tað ljóðaði so løgið men han skilti teirra mál

Vit vildu síggja jørðina veðrið var so klárt
Og stóribeggi wi va wu hevur rúmdarkoyrikort
Vit búgva jú á Pluto og skulu langan tein
Vilt koma við ella vilt tú heldur heim

Pætur hann så mammuna og pápan fyri sær
Eldkúlur og stjørnuskot í døpurhuga var
Hann hugsaði um ommuna tað svarið honum gav
Ein túr afturat um jørðina so vil eg setast av
Góðan túr til Pluto
Heilsa uppi á Pluto
Síggjast vit á Pluto

FavoriteLoadingGoym tekstin